Hevur tú hug at marknaðarføra hotel & matstovur okkara í Føroyum og uttanlands?

Vit sóknast eftir ágrýtnum starvsfólki til digitalu marknaðarføring okkara á netinum.

 

Vit leita eftir fólki:

  1. við royndum at arbeiða við innihaldi og brúkaravirksemi á netinum
  2. við útbúgving innan digitalar miðlar, samskifti, sølu og marknaðarføring
  3. sum hevur royndir við grafiskum uppgávum
  4. sum dugir enskt og føroyskt flótandi
  5. við góðum samstarvsevnum, fleksibiliteti og sum altíð er til reiðar at rætta eina hjálpandi hond


Vit bjóða:

  1. eitt avbjóðandi starv við nógvum samskifti
  2. eitt starv við fakligum avbjóðingum
  3. eitt starv, ið viðkomandi sjálv/ur verður við at skapa
  4. eitt starv, har tú er partur av einum toymi at marknaðarføra hotel og matstovur okkara, heima og uttanlands

 

Setanartreytir:

Talan er um fast starv, sum verður lønt eftir avtalu

 

Umsókn:

Umsókn verður at senda til johannes@hotelforoyar.fo
ella til Hotel Føroyar, Oyggjarvegur 45, FO-100 Tórshavn, att.: Johannes Jensen, stjóri, innan 10. august 2018