Móttøkufólk søkist
Kundi tú hugsað tær at roynt teg sum móttøkufólk á størsta hotellinum í Føroyum?
Hotel Føroyar leitar eftir tænastusinnaðum og fyrikomandi móttøkufólki, sum kann arbeiða annaðhvørt vikuskifti og onkrar gerandisdagar. Hetta starvið hóskar seg sera væl sum lestrarstarv.
Sum móttøkufólk fevna tínar uppgávur um
- Fyrisitingarligar uppgávur í samband við móttøkuarbeiði
- At inn- og útskriva gestir
- At hjálpa og vegleiða okkara gestum við teirra fyrispurningum
- Ymiskt fyrifallandi arbeiði
Fakligir førleikar
- Tú tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt - onnur mál afturat eru ein fyrimunur
- Tú hevur góðar telduførleikar
Vit vænta, at tú
- Hevur áhuga fyri ferðavinnu og hevur kunnleika um lokal viðurskifti
- Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
- Megnar at halda tíðarfreistir í einum bráskiftandi umhvørvi
- Hevur ein jaligan hugburð og ert ágrýtin
- Kanst arbeiða morgun- og kvøldvaktir og annað hvørt vikuskifti
Vit bjóða tær góða upplæring, dugnaligar starvsfelagar og eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, har eingin dagur er eins.
Umsóknir og spurningar til starvið kunnu sendast til aleth@hotelforoyar.fo