Bílegg

Kokkar og køkshjálp

Hevur tú áhuga fyri matgerð? Og hevur tú hug at gerast ein partur av roynda toyminum á Hotel Føroyum?

Veit leita eftir einum morgunmatarkokki, einum kokki til fundar- og veitslukøkin umframt køkshjálp.  

Arbeiðsuppgávur hjá morgunmatarkokki:
 
Fyrireika morgunmatin og seta hann fram. 
 
Syrgja fyri, at sjálvtøkuborðið er ruddiligt, og at maturin sær gott út.
 
Arbeiða fyri, at seinasti gesturin fær somu góðu uppliving sum tann fyrsti.
 Halda køk, sjálvtøkuborð og arbeiðsøki reint og ruddiligt allan dagin. 
H
jálpa gestum við serligum ynskjum, spurningum og tørvi

Um tú vilt søkja hetta starvið, so send eina umsókn og CV til HR@gistogvist.fo, viðmerk “Morgunmatarkokkur”.

Arbeiðsuppgávur hjá kokki í fundar- og veitslukøkinum:
 
Gera mat til smáar fundir, til móttøkur, stórar veitslur og ráðstevnur
• 
Arbeiða við bæði føroyskum og altjóða mati.
• 
Halda køk, sjávltøkuborð og arbeiðsøki reint og ruddiligt allan dagin.
• 
Arbeiða í einum toymi, ið leggur dent á góðsku, smakk, og at gesturin fær eina góða uppliving.
• 
Tillaga matskrá og matgerð eftir tørvi og ynski hjá gestinum.

Um tú vilt søkja starvið, send eina umsókn og CV til HR@gistogvist.fo, viðmerk “Kokkur til fundar- og veitslukøkin”.

Arbeiðsuppgávur køkshjálp:
At hjálpa kokkunum við fyrireikingum, matgerð og øðrum dagligum arbeiðsuppgávum í køkinum.
Hjálpa teimum ymisku deildunum í køkinum, tá tørvur er á eyka hondum.
Halda køk, sjávltøkuborð og arbeiðsøki reint og ruddiligt allan dagin.
At arbeiða væl saman við toyminum fyri at tryggja eina góða tænastu og eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Um tú vilt søkja starvið, send eina umsókn og CV til HR@gistogvist.fo, viðmerk “Køkshjálp”.

Hevur tú spurningar til eitt av størvunum, kanst tú venda tær til Svein Fuglø, høvuðskokk á tlf. +298 217508 ella á teldupost sveinur@hotelforoyar.fo.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávubræv
EN