Book

Ábyrgdarfólk til morgunmatin søkist

Hevur tú hug at gerast partur av okkara morgunmatartoymi?

Hotel Føroyar leitar eftir einum dugnaligum ábyrgdarfólki at hava ábyrgd av morgunmatinum og morgunmatartoyminum.

Vit vænta, at tú

· Ert ábyrgdarfull/ur og hevur góðar leiðslueginleikar
· Ert arbeiðssom/arbeiðssamur og dámar at hava úr at gera
· Ert hjálpsom/hjálpsamur, og at tú kanst arbeiða tvørtur um yrkisøkir

Vit kunnu bjóða

· Eitt framúr gott starv við góðum møguleikum fyri menning innan yrkisøkið
· Eitt tætt samstarv millum aðrar ábyrgdarhavarar á hotellinum
· Løn sambært royndir og førleikar

Ljóðar hetta starvið sum nakað fyri teg, so ert tú vælkomin at senda eina umsókn til gudrid@hotelforoyar.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN