Ábyrgdarfólk til veitslutoymið søkist
Hotel Føroyar leitar eftir einum ábyrgdarfólki til veitslutoymið at byrja skjótast gjørligt.
Vit kunnu bjóða tær eitt stuttligt starv við góðum starvsfelagum, har góðhýrið altíð er í hásæti, hóast vit hava nógv at gera.
Um starvið
· Tú hevur ábyrgdina av øllum tænarunum í veitslutoyminum
· Tú leggur arbeiðsætlanir til rættis
· Tú hjálpir til at tæna veitslu- og ráðstevnugestum
Vit vænta, at tú
· Ert jalig/ur
· Hevur góðar leiðslueginleikar
· Ert arbeiðssom/arbeiðssamur og dámar at hava úr at gera
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? So send tína umsókn til gudrid@hotelforoyar.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.