Hevur tú áhuga fyri ferðavinnu? Og ert tú strukturerað/ur og tænastusinnað/ur? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Hotel Føroyar leitar eftir einum avloysara til móttøkuna. Vit vænta, at tú kanst arbeiða í vikuskiftum og annars, tá ið tørvur er á tí.


Uppgávur:

  • Fyrisitingarligar uppgávur í samband við móttøkuarbeiði
  • At inn- og útskriva gestir
  • Hjálpa og vegleiða gestum okkara við fyrispurningum


Vit bjóða tær góða upplæring, eitt spennandi arbeiðsumhvørvi umframt góðar og dugnaligar starvsfelagar.

Send tína umsókn til móttøkuleiðara moritz@hotelforoyar.fo