Hotel Føroyar leitar eftir einum avloysara til tænaratoymið á Hotel Føroyum.
Arbeiðsuppgávur:
- At veita eina góða tænastu bæði til gestir í matstovuni, men eisini til gestir, sum eru á fundi ella til okkurt tiltak í húsinum
- At rigga til og rudda av í matstovuni, í fundarhølum og í veitsluhølum
- At viðmæla hóskandi rættir og vín til gestir í matstovuni
Vit vænta, at tú:
- Kanst traðka til, tá ið tørvur er á tí
- Kanst arbeiða skiftandi vaktir
- Ert smílandi og tænastusinnað/ur
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við F&B-leiðara okkara moritz@hotelforoyar.fo. Umsóknir kunnu somuleiðis sendast til moritz@hotelforoyar.fo.