Hotel Føroyar leitar eftir avloysara til toymið av náttarvørðum. Sum náttarvørður hevur tú ábyrgd av, at virksemið á hotellinum um náttina gongur hóvliga fyri seg. 

Arbeiðsuppgávur:

  • At avgreiða gestir í móttøkuni
  • At ganga rundtúrar á hotellinum
  • Náttarkoyring
  • Fyrifallandi arbeiði, so sum at rudda, bera skrell út o.l.

Vit vænta, at tú kanst traðka til, tá ið vit hava óvanliga nógv at gera, tá ið sjúka er og tílíkt. Eisini vænta vit, at tú ert ábyrgdarfull/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni.

Ljóðar hetta sum rætta starvið fyri teg? So send eina umsókn til moritz@hotelforoyar.fo