Barrtænari søkist
Kundi tú hugsað tær at arbeitt í okkara hugnaligu kafé & barr 1933?
Vit leita eftir tveimum dugnaligum barrtænarum at byrja skjótast gjørligt.
1933 er nýggja kaféin á Hotel Føroyum. Her kunnu gestir njóta eina lætta máltíð, ein leskiligan drykk ella ein kaffimunn.
Sum barrtænari fevna arbeiðsuppgávurnar um
· At taka ímóti bíleggingum frá gestum
· At borðreiða mat, drykkjuvørur og kaffi fyri gestum
· At rudda av og halda kafé & barr umhvørvið snøkt og reint
Er hetta starvið akkurát nakað fyri teg? So send tína umsókn til gudrid@hotelforoyar.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.