Bílegg

Countrykvøld á Hotel Føroyum

Leygardagin 14. oktobur verður stórt countrytiltak á Hotel Føroyum

Gerið tykkum klár at busta kovboystivlarnar og turka dustið av kovboyhattinum, tí leygardagin 14. oktobur verður veitsluhøllin á Hotel Føroyum karmur um eitt rimmar countrytiltak! Borðhald, tónleikaframførslur við Magna Christiansen og Halli Joensen, line dance og at enda dansur við Halli Joensen v/ bólki.

Skrá fyri countrykvøldið
• Tónleikaframførslur undir borðhaldinum við Magna Christiansen og Halli Joensen
• John Danielsen er borðstjóri og René Jespersen spælir undir
• Line dance við Birgir og Hervør Samuelsen eftir borðhaldið
• Dansur við Halli Joensen og bólki

Matskrá
• Hvalasneið
• Hummarasúpan
• Oksamjáryggur við rómaeplum
• Sjokulátakøka við vaniljuísi

Kostnaður fyri countrykvøld og dans: 1.195,- fyri eitt fólk
Kostnaður fyri dans: 195,- fyri eitt fólk

Vit hava sjálvandi sett ein countrypakka við gisting saman til tykkara, sum vilja hava fullkomnu upplivingina!

Hetta er við í countrypakkanum
• Gisting eina nátt
• Morgunmatur millum kl. 7.00 og 10.00 ella bronsj millum kl. 11.00 og kl. 15.00 (borðbílegging er neyðug til bronsj)  
• Sov leingi – tit hava kamarið fram til kl. 15.00
• Vælkomudrykkur og brellbiti
• 4 rættir við vínskrá og kaffi/te & avec

Kostnaður fyri countrypakkan úr: 3.395,- fyri tvey fólk

Soleiðis bíleggur tú countrypakkan:
∙ trýst á knøttin 'Bílegg countrypakka'
∙ Vel dato 14. oktobur 
∙ Vel pakkan 'Countrykvøld á Hotel Føroyum'
∙ Vel kamar
∙ Far víðari og rinda 


Treytir:

•  Avroknað verður við bílegging
•  Bíleggingar bílagdar við hesum tilboði kunnu ikki flytast til annað tíðarskeið
•  Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 14 dagar áðrenn komudagin, verður full upphædd afturgoldin.
•  Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.
•  Avlýsing ella navnabroyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo

 

Bílegg countrypakka Bílegg countrykvøld og dans (uttan gisting)

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN
/
DK