fbpx

27. mars verður enn ein døgurðakonsert við Halli Joensen á Hotel Føroyum.

Vit borðreiða við trimum leskiligum rættum, og afturvið seinasta rættinum byrjar konsertin.

Matskráin, sum vit borðreiða við hetta kvøldið, er hendan:

– Ragout við stórum tikararækjum, melón, tomat, skalottuleyki og kili
– Millumrivjasneið við grillaðum epli, soppum, leykakremi og spanskari sós
– Masarinkøka við sjokulátaísi, appilsin og sjokulátaflykrum

Tiltakið byrjar kl. 19.00.

PRÍSIR

Døgurði & konsert fyri eitt fólk: 595,-

Døgurði, konsert & gisting 27. – 28. mars (við morgunmati) fyri eitt fólk: úr 1395,-

Døgurði, konsert & gisting 27. – 28. mars (við morgunmati) fyri tvey fólk: úr 1990,-

Vikuskiftispakki 26. – 28. mars fyri tvey fólk: úr 3.700,-

GG: Drykkjuvørur eru ikki íroknaðar nøkrum prísi.

Í vikuskiftispakkanum er hetta íroknað:

26. Mars:
– Frukt, sjokuláta og perlandi vín á kamarinum
– 3 rættir í matstovuni á Hotel Føroyum um kvøldið

27. Mars:
– Morgunmatur
– Døgurði og konsert við Halli Joensen um kvøldið

28. Mars:
– Morgunmatur
– Fráferð í seinasta lagi kl. 11.00

Tað er avmarkað pláss og vit syrgja fyri, at góð frástøða er millum borðini.

Ynskja tit at sita saman við nøkrum ávísum til døgurðakonsertina, so vinaliga viðmerkið hetta í viðmerkingarteiginum í bíleggingini.

Her bíleggur tú døgurða og konsert uttan gisting:

Soleiðis bíleggur tú døgurða og konsert við gisting:

– Trýst á knøttin niðanfyri
– Vel dagfesting fyri gisting
– Vel pakkan, sum eitur ‘Døgurði, konsert & gisting’
– Vel kamar
– Rinda

Avboð

Um tygum avlýsa keyp av tiltaki í seinasta lagi 14 dagar áðrenn tiltakið, verður full upphædd endurrindað.

Um tygum avlýsa keyp av tiltaki seinni enn 14 dagar áðrenn tiltakið, kunnu vit bert vátta at endurrinda fulla upphædd, um vit fáa selt plássini víðari.

Navnabroyting er loyvd uttan eyka kostnað.

Vinaliga send ein teldupost til hf@hotelforoyar.fo, um tú ynskir at avlýsa ella broyta navn.