fbpx

22. mai verður døgurðakonsert við Hans Jacob Hjelm á Hotel Føroyum.

Vit borðreiða við trimum leskiligum rættum, og afturvið seinasta rættinum byrjar konsertin.

Matskráin, sum vit borðreiða við hetta kvøldið, er hendan:

– Ragout við stórum tikararækjum, melón, tomat, skalottuleyki og kili
– Millumrivjasneið við grillaðum epli, soppum, leykakremi og spanskari sós
– Masarinkøka við sjokulátaísi, appilsin og sjokulátaflykrum

Tiltakið byrjar kl. 19.00.

Kostnaður

Døgurði & konsert fyri eitt fólk: 595,-

Døgurði, konsert & gisting 22. – 23. mai (við morgunmati) fyri eitt fólk: úr 1395,-

Døgurði, konsert & gisting 22. – 23. mai (við morgunmati) fyri tvey fólk: úr 1990,-

Vikuskiftispakki 21. – 23. mai fyri tvey fólk: úr 3.700,-

GG: Drykkjuvørur eru ikki íroknaðar nøkrum prísi.

Í vikuskiftispakkanum er hetta íroknað:

21. mai:
– Frukt, sjokuláta og perlandi vín á kamarinum
– 3 rættir í matstovuni á Hotel Føroyum um kvøldið

22. mai:
– Morgunmatur
– Døgurði & konsert um kvøldið

23. mai:
– Morgunmatur
– Fráferð í seinasta lagi kl. 11.00

Ynskja tit at sita saman við nøkrum ávísum til døgurðakonsertina, so vinaliga viðmerkið hetta í viðmerkingarteiginum í bíleggingini.

Bílegg døgurða & konsert uttan gisting við at trýsta á knøttin niðanfyri

Soleiðis bíleggur tú døgurða, konsert & gisting:

– Trýst á knøttin niðanfyri
– Vel dagfesting
– Vel ‘Døgurði, konsert & gisting’
– Vel kamar
– Far til gjalding og rinda

Avboð

Um tygum avlýsa keyp av tiltaki í seinasta lagi 14 dagar áðrenn tiltakið, verður full upphædd endurrindað.

Um tygum avlýsa keyp av tiltaki seinni enn 14 dagar áðrenn tiltakið, kunnu vit bert vátta at endurrinda fulla upphædd, um vit fáa selt plássini víðari.

Navnabroyting er loyvd uttan eyka kostnað.

Vinaliga send ein teldupost til hf@hotelforoyar.fo, um tú ynskir at avlýsa ella broyta navn.