24. apríl verður døgurðakonsert við Hanusi G. á Hotel Føroyum.
Vit borðreiða við trimum leskiligum rættum, og afturvið seinasta rættinum byrjar konsertin.
Matskráin, sum vit borðreiða við hetta kvøldið, er hendan:
– Ragout við stórum tikararækjum, melón, tomat, skalottuleyki og kili
– Millumrivjasneið við grillaðum epli, soppum, leykakremi og spanskari sós
– Masarinkøka við sjokulátaísi, appilsin og sjokulátaflykrum
Tiltakið byrjar kl. 19.00.
Kostnaður
Døgurði & konsert fyri eitt fólk: 595,-
Døgurði, konsert & gisting 24. – 25. apríl (við morgunmati) fyri eitt fólk: úr 1395,-
Døgurði, konsert & gisting 24. – 25. apríl (við morgunmati) fyri tvey fólk: úr 1990,-
Vikuskiftispakki 23. – 25. mars fyri tvey fólk: úr 3.700,-
GG: Drykkjuvørur eru ikki íroknaðar nøkrum prísi.
Í vikuskiftispakkanum er hetta íroknað:
23. apríl:
– Frukt, sjokuláta og perlandi vín á kamarinum
– 3 rættir í matstovuni á Hotel Føroyum um kvøldið
24. apríl:
– Morgunmatur
– Døgurði & konsert um kvøldið
25. apríl:
– Morgunmatur
– Fráferð í seinasta lagi kl. 11.00
Ynskja tit at sita saman við nøkrum ávísum til døgurðakonsertina, so vinaliga viðmerkið hetta í viðmerkingarteiginum í bíleggingini.
Bílegg døgurða & konsert uttan gisting við at trýsta á knøttin niðanfyri
Soleiðis bíleggur tú døgurða, konsert & gisting:
– Trýst á knøttin niðanfyri
– Vel dagfesting
– Vel ‘Døgurði, konsert & gisting’
– Vel kamar
– Far til gjalding og rinda
Avboð
Um tygum avlýsa keyp av tiltaki í seinasta lagi 14 dagar áðrenn tiltakið, verður full upphædd endurrindað.
Um tygum avlýsa keyp av tiltaki seinni enn 14 dagar áðrenn tiltakið, kunnu vit bert vátta at endurrinda fulla upphædd, um vit fáa selt plássini víðari.
Navnabroyting er loyvd uttan eyka kostnað.
Vinaliga send ein teldupost til hf@hotelforoyar.fo, um tú ynskir at avlýsa ella broyta navn.