Bílegg

Duty Manager til Hotel Føroyar

Kundi tú hugsað tær at roynt teg sum duty manager á størsta hotellinum í Føroyum?

Hotel Føroyar leitar eftir einum tænastusinnaðum duty manager. Tveir duty managers starvast á Hotel Føroyum, og hava teir felags ábyrgd av dagligu gongdini í móttøkuni. Talan er um eitt fulltíðarstarv, har arbeitt verður í vaktum mitt í viku umframt annaðhvørt vikuskifti.

Hotel Føroyar er størsta hotellið í Føroyum við 200 kømurum, 10 fundarhølum og einum vælveruøki.

Um starvið

Tín høvuðsuppgáva verður at geva gestum okkara eina framúr góða gistingaruppliving. Arbeiðsuppgávurnar fevna um:

∙ At stuðla og læra starvsfólk í móttøkuni upp
∙ At gera arbeiðsskema
∙ At røkja móttøkuhandilin
∙ At stýra fíggjarætlanunum
∙ At avgreiða bíleggingar
∙ At umsita okkara gávukortsskipan
∙ Aðrar fyrisitingarligar uppgávur
∙ At syrgja fyri, at tað er greitt samskifti millum starvsfólk í móttøkuni og starvsfólk á øðrum deildum

Um teg

Tú ert tænastusinnað/ur, ikki bangin fyri at taka ábyrgd og tú fert til verka við einum jaligum hugburði.

Harafturat vænta vit, at:

∙ Tú ert álítandi
∙ Tú megnar at fimla við fleiri bóltum í luftini í senn
∙ Tú trívist í einum bráðskiftandi umhvørvi
∙ Tú dugir sera væl at handfara ósemjur og trupulleikar
∙ Tú tosar og skrivar enskt raðið

Tað er ein fyrimunur, um tú:

∙ Hevur royndir í hotelvinnuni ella ferðavinnuni
∙ Hevur royndir við bíleggingarskipanum (vit arbeiða við Spectra Systems)

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 10. februar 2023. Starvsbyrjan er eftir avtalu.

Áhugaði eru vælkomin at senda eina umsókn til aleth@hotelforoyar.fo

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN