Felags Jólaborð
Stóru felags jólaborðhaldini vera aftur í ár við eini frálíkari skrá
Aftur í ár vera stóru felags jólaborðhaldini á Hotel Føroyum. Okkara kokkar hava samansett eina leskiliga og jólaliga matskrá til høvið, og saman við hugnaligum undirhaldi er lagt upp til trý framúr góð kvøld.
Nær?
28. november kl. 19.00
5. og 12. desember kl. 19.00
Kostnaður fyri jólaborð: 1.395,- fyri hvønn.
Kostnaður fyri jólaborð við trimum drykkjuseðlum: 1.595,- fyri hvønn.
Hetta er íroknað:
✦ Vælkomudrykkur og brellbitar
✦ Matskrá við 4 rættum og drykkjuskrá
✦ Kaffi/te & avec
✦ Undirhald undir borðhaldinum
✦ Dansur eftir borðhaldið
Jóhanna Andreasen er borðstjóri og Bárður Johannesen spælir undir til øll borðhaldini.
Undir borðhaldinum verða tónleikainnsløg við:
✦ Kristinu Thede Johansen & Ernst Remmel
✦ Finni Koba
✦ Jazzy Gold
✦ Sakaris
Chill spæla til dans eftir borðhaldið og DJ COOL spælir í steðgunum.
MATSKRÁ
Brellbitar:
✦ Sesamvafla, turkað dunnubringa, karamelliseraður leykur, seyðarostur
✦ Sesamvafla, kremostur, dadlur, hunangur
Forrættur:
✦ Saltfiskur, soppar, persilluolja, súltaður reyðleykur, salat
Millumrættur:
✦ Kofta við røstum kjøti, epla- og purrumos, persilluolja
Høvuðsrættur
✦ Langtíðarstoktur lambsbógvur, rómaeplir, soðsós
✦ Jólasalat, granatsúrepli, kinaradisa, appilsinedikslaki
Omaná:
✦ Karamellbudingur, appilsinsiroppur, brendar mandlur, lakaðar blommur
GISTING
Kostnaður fyri gisting ísv. jólaborðhaldini:
Gisting í dupultkamari við morgunmati: úr 1.195 kr fyri tvey fólk
Gisting í einakamari við morgunmati: úr 995 kr fyri eitt fólk
Bílegginartreytir:
✦ Avroknað verður við bílegging
✦ Bíleggingar kunnu ikki flytast til annað tíðarskeið
✦ Vit veita fult endurgjald, um boðað verður frá avlýsing í seinasta lagi 14 dagar áðrenn borðhaldið
✦ Eftir hetta er bíleggingin bindandi, men navnabroyting kann gerast uttan eyka kostnað
✦ Avlýsing ella navnabroyting skal sendast til hf@hotelforoyar.fo

