Bílegg

Felags jólaborð

Komið við til felags jólaborð við mati, undirhaldi og dansi. 

28
nov 2026

Aftur í ár vera stóru felags jólaborðhaldini á Hotel Føroyum. Okkara kokkar hava samansett eina leskiliga og jólaliga matskrá til høvið, og saman við hugnaligum undirhaldi er lagt upp til trý framúr góð kvøld.

Nær?

28. november kl. 19.00
5. og 12. desember kl. 19.00

Kostnaður fyri jólaborð: 1.395,- fyri hvønn.
Kostnaður fyri jólaborð við trimum drykkjuseðlum: 1.595,- fyri hvønn.

Hetta er íroknað:
✦ Vælkomudrykkur og brellbitar
✦ Matskrá við 4 rættum og drykkjuskrá
✦ Kaffi/te & avec
✦ Undirhald undir borðhaldinum
✦ Dansur eftir borðhaldið

Jóhanna Andreasen er borðstjóri og Bárður Johannesen spælir undir til øll borðhaldini.

Undir borðhaldinum verða tónleikainnsløg við:
✦ Kristinu Thede Johansen & Ernst Remmel
✦ Finni Koba
✦ Jazzy Gold
✦ Sakaris

Chill spæla til dans eftir borðhaldið og DJ COOL spælir í steðgunum.

MATSKRÁ

Brellbitar:
✦ Sesamvafla, turkað dunnubringa, karamelliseraður leykur, seyðarostur
✦ Sesamvafla, kremostur, dadlur, hunangur

Forrættur:
✦ Saltfiskur, soppar, persilluolja, súltaður reyðleykur, salat

Millumrættur:
✦ Kofta við røstum kjøti, epla- og purrumos, persilluolja

Høvuðsrættur:
✦ Langtíðarstoktur lambsbógvur, rómaeplir, soðsós
✦ Jólasalat, granatsúrepli, kinaradisa, appilsinedikslaki

Omaná:
✦ Karamellbudingur, appilsinsiroppur, brendar mandlur, lakaðar blommur

GISTING
Kostnaður fyri gisting ísv. jólaborðhaldini:
Gisting í dupultkamari við morgunmati: úr 1.195 kr fyri tvey fólk 
Gisting í einakamari við morgunmati: úr 995 kr fyri eitt fólk

Bílegg jólaborð Bílegg jólaborð við drykkjuseðlum Bílegg gisting

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávubræv
EN