Vit á Hotel Føroyum eru klár at hjálpa tykkum við fyrireikingunum til fermingardagin. Tit kunnu bíleggja mat heim við ella leiga eitt høli á Hotel Føroyum, har vit standa fyri øllum. Her fært tú nærri kunning um alt, sum vit kunnu bjóða.

FERMINGARDØGURÐI Á HOTEL FØROYUM

Haldið fermingardøgurðan á Hotel Føroyum.

Vit kunnu bjóða:

Matskrá við trimum rættum umframt sodavatn og kaffi/te.

Prísur fyri hvønn: 415,-

Børn til og við 12 ár gjalda 195,-

Høliskostnaðurin: 2.000,-

Vinaliga setið tykkum í samband við okkum, um tit hava spurningar til hesa loysnina ella um tit ynskja at bíleggja. Ring til Hotel Føroyar á tlf. 317500 ella send ein teldupost til event@hotelforoyar.fo.

FERMINGARMATUR HEIM VIÐ

Vel ímillum hesar tríggjar møguleikarnar.


1) Sjálvtøkuborð heima

Kaldur matur:

  • Royktur laksur við urtrakremi
  • Pastasalat við høsnarunga og pesto
  • Capresesalat við hjartabløðum

Heitur matur:

  • Svínalundir við leyki og soppum
  • Seinstokt oksasteik
  • Kryddeplir og rómaeplir
  • Stoktar rótfruktir
  • Bordelaisesós

Prísur fyri vaksin: 155,- fyri hvønn
Prísur fyri børn: 95,- fyri hvønn
Prísur fyri útkoyring í Tórshavn: 75,-
Útkoyring aðrastaðni í landinum kann avtalast við okkum.

Vinaliga setið tykkum í samband við okkum fyri at bíleggja. Send ein teldupost til event@hotelforoyar.fo ella ring 287553

2) Fermingardøgurði heima

Vel 2 ella 3 rættir.

Forrættir:

  • Royktur laksur, salat, urtrakrem og breyð
  • Rækjur, salat, heimarørdur dressingur og breyð

Høvuðsrættir:

  • Stokt lambstjógv, rástokt epli, bakað grønmeti og rósmarinsós
  • Linstokt oksasteik, bátaeplir, bakað grønmeti og bordelaisesós

Omaná:

  • Panacotta við jarðberjasós
  • Sjokulátakøka við chantillykremi

Prísir 3 rættir
Vaksin: 295,- fyri hvønn
Børn (til og við 12 ár): 145,- fyri hvønn

Prísir 2 rættir
Vaksin: 245,- fyri hvønn
Børn (til og við 12 ár): 125,- fyri hvønn

Prísur fyri útkoyring í Tórshavn: 75,-
Útkoyring aðrastaðni í landinum kann avtalast við okkum.

Vinaliga setið tykkum í samband við okkum fyri at bíleggja. Send ein teldupost til event@hotelforoyar.fo ella ring 287553

3) Grýturættur heima

Grýturættur heima riggar væl sum eitt ískoyti til sjálvtøkuborð.

Vit kunnu bjóða eina leskiliga høsnagrýtu við rísi, salati, breyði og smøri.

Prísur: 125,- fyri hvønn
Prísur fyri útkoyring í Tórshavn: 75,-
Útkoyring aðrastaðni í landinum kann avtalast við okkum.

Bílegg grýturætt heima her