fbpx

Vit á Hotel Føroyum eru klár at hjálpa tykkum við fyrireikingunum til fermingardagin. Tit kunnu bíleggja mat heim við ella leiga eitt høli á Hotel Føroyum, har vit standa fyri øllum.

FERMINGARDØGURÐI Á HOTEL FØROYUM

Haldið fermingardøgurðan á Hotel Føroyum.

Vit kunnu bjóða:

Matskrá við trimum rættum umframt sodavatn og kaffi/te.

Prísur fyri hvønn: 415,-

Børn til og við 12 ár gjalda 195,-

Høliskostnaðurin: 2.000,-

Vinaliga setið tykkum í samband við okkum, um tit hava spurningar til hesa loysnina ella um tit ynskja at bíleggja hesa loysnina. Send ein teldupost til event@hotelforoyar.fo, og vit svara sum skjótast.

FERMINGARMATUR HEIM VIÐ

Vel ímillum hesar møguleikarnar.


1) Sjálvtøkuborð heima

Kaldur matur:

– Royktur laksur við urtrakremi
– Pastasalat við høsnarunga og pesto
– Capresesalat við hjartabløðum
– Toskasalat

Heitur matur:

– Svínalundir við leyki og soppum
– Seinstokt oksasteik
– Kryddeplir og rómaeplir
– Stoktar rótfruktir
– Bordelaisesós

Kostnaður fyri hvønn: 155,-
Kostnaður fyri útkoyring í Tórshavn: 50,-
Útkoyring aðrastaðni í landinum kann avtalast við okkum.

2) Fermingardøgurði við tveimum ella trimum rættum

Vel ímillum:

Forrættir:

– Dampaður toskanakki, roykt laksakrem og coleslaw
– Lakað skerladjórabland, smásalat og karsemayonaise
– Fiskasúpan við fyllu

Høvuðsrættir:

– Heilstokt lambstjógv, grønmeti av grillini, bátaeplir og rósumarinsós
– Seinstokt oksasteik, bakaðar rótfruktir, kryddepli og rómaglace
– Bakaður laksur, grønmetistimbala, bisque og smørepli

Omaná:

– Panacotta, jarðber og coulis
– Sjokulátakøka og rákrem
– Ostakaka við lakaðum berum

3 rættir: 290,- fyri hvønn.

2 rættir: 230,- fyri hvønn.

Salat til høvuðsrættin: 20,- fyri hvønn

3) Grýturættir heima


Vit kunnu bjóða eina leskiliga høsnarunga- ella stroganoffgrýtu við rísi, salati, breyði og smøri

Kostnaður fyri høsnarungagrýtu: 125,- fyri hvønn
Kostnaður fyri stroganoffgrýtu: 135,- fyri hvønn

Kostnaður fyri útkoyring í Tórshavn: 50,-
Útkoyring aðrastaðni í landinum kann avtalast við okkum.