fbpx

Enda kvinnurenningina 29. mai við stíli! Tað kanst tú gera við at koma niðan á Hotel Føroyar við tínum rennimakkara ella rennimakkarum eftir frískliga rennitúrin.

Tit fáa okkurt leskiligt til góman, tá ið tit koma niðan á hotellið, og uml. kl. 18 standa ginnjogadrotningarnar, Elisa og Rebekka, fyri undirhaldinum í ein tíma.

Restina av kvøldinum hava tit fyri tykkum sjálvar, og morgunin eftir bíðar eitt stórt og fjølbroytt morgunmatarsjálvtøkuborð eftir tykkum í matstovuni.

Tit eru eisini vælkomin at eta ein góðan nátturða í matstovuni á Hotel Føroyum um kvøldið. Ynskja tit hetta, viðmæla vit, at tit bíleggja borð frammanundan.

Sí matskránna her
Bílegg borð her

KOSTNAÐUR

Kostnaður fyri ein: 995,-
Kostnaður fyri tvey í sama kamari: úr 1.195,-
Kostnaður fyri trý í sama kamari: úr 1.595,-
Kostnaður fyri 4 í sama kamari: úr 1.995,-
Kostnaður fyri 5 í sama kamari: úr 2.395,-


Hetta er íroknað prísinum:

  • Gisting eina nátt við morgunmati
  • Okkurt frískligt til góman eftir renningina
  • Gin Yoga

GG: Luttøka til Kvinnurenningina er ikki íroknað.

Soleiðis bíleggur tú gisting & gin yoga:

  • Trýst á knøttin niðanfyri
  • Vel dagfestingina 29. – 30. mai
  • Vel pakkan sum eitur ’Gisting & Gin Yoga’
  • Vel kamar
  • Rinda