fbpx


Hotel Føroyar er størsta hotellið í Føroyum við 200 ljósum og nýmótans kømrum, 10 fundarhølum og skjótt eisini einum spildurnýggjum vælveruøki.

Vit leggja í løtuni síðstu hond á flotta, nýggja vælveruøkið, sum væntandi stendur klárt at taka í nýtslu 1. apríl 2021. Vit hava tí tørv á starvsfólki, sum brenna fyri at veita komandi viðskiftafólkunum eina góða tænastu í samband við ymiskar vælveruviðgerðir.  
 

Vit leita eftir starvsfólki, sum eru:

  • Tænastusinnað – tað fellir tykkum natúrligt at ráðgeva, vegleiða og veita eina góða tænastu.
  • Sinnað at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir – eisini vikuskiftir.
  • Kosmetologar, kosmetikarar, fysiurgiskir massørar og neglateknikarar.

Vit kunnu bjóða tykkum:

  • Møguleika at vera við frá byrjan at menna fyrsta vælveruvirksemið á einum føroyskum hotelli.
  • Møguleika at vera við í tilgongdini at seta saman viðgerðir.
  • Eitt spennandi arbeiðspláss í einum náttúruvøkrum og bráðskiftandi umhvørvi.

Umsóknir kunnu sendast til spaleiðara, Súsonnu í Stórustovu, teldupostur: susanna@hotelforoyar.fo. Tit eru eisini vælkomin at ringja til hennara á 217555.

Um tú ikki ert útbúgvin, men hevur áhuga og hegni at arbeiða við vælveru og vakurleika, ert tú kortini vælkomin at senda okkum eina umsókn.

Umsóknarfreistin er 31. januar.