Book

Høvuðskokkur og annar kokkur til matstovuna Ruts

Ert tú útlærdur kokkur, og hevur tú hug at gerast høvuðskokkur ella annar kokkur í grønu matstovuni á Hotel Føroyum, Ruts?

Ruts er grøna matstovan á Hotel Føroyum við útsýni yvir Havnina og Nólsoyarfjørð. Vit borðreiða við tveimum samansettum matskráum við 6 rættum, eini vegetarmatskrá og eini matskrá við fiski og skeljadjórum.

Sum høvuðskokkur fevna tínar arbeiðsuppgávur um

· At menna nýggjar rættir
· At hava ábyrgdina at, at góðskustøðið verður á einum høgum støði
· At virka sum ovasta leiðsla í køkinum
· At eggja starvsfólkunum at halda eitt høgt góðskustøði

Vit vænta, at tú

· Ert útlærdur kokkur
· Ert arbeiðssom/arbeiðssamur
· Hevur sterkan sans fyri góðari matgerð

Sum annar kokkur fevna tínar arbeiðsuppgávur um

· At virka sum ovasta leiðsla í køkinum, tá høvuðskokkurin ikki er til staðar
· At eggja starvsfólkunum at halda eitt høgt góðskustøði

Vit vænta, at tú

· Ert útlærdur kokkur
· Ert arbeiðssom/arbeiðssamur
· Hevur sterkan sans fyri góðari matgerð

Løn sambært royndir og førleikar.

Ljóðar eitt av hesum størvunum sum nakað fyri teg? So móttaka vit fegin tína umsókn, ið kann sendast til sveinur@hotelforoyar.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN