Book

Høvuðskokkur og annar kokkur til veitslu- og fundarvirksemi

Hevur tú áhuga fyri matgerð? Og hevur tú hug at gerast ein partur av roynda toyminum á Hotel Føroyum?

Vit leita eftir einum høvuðskokki og einum 2. kokki til veitslu- og fundarvirksemi á Hotel Føroyum. Høvuðskokkur og annar kokkur arbeiða á hvør sínari vakt.

Sum høvuðskokkur fevna arbeiðsuppgávurnar um at

· Hava ábyrgd fyri innkeypi
· Skipa vaktarskema
· Gera mat til veitslu- og fundarvirksemi
· Halda góðskuna á einum høgum støði
· Samanseta matskráir
· Halda køkin reinan og ruddiligan
· At virka fyri einum arbeiðsumhvørvi, har vit arbeiða í toymum

Sum annar kokkur fevna arbeiðsuppgávurnar um at

· Gera mat til veitslu- og fundarvirksemi
· Halda køkin reinan og ruddiligan
· Hjálpa høvuðskokkinum við fyrifallandi arbeiði
· At virka fyri einum arbeiðsumhvørvi, har vit arbeiða í toymum

Vit vænta, at

· Tú ert álítandi, ábyrgdarfull/ur og arbeiðssom/ur
· Tær dámar væl at hava nógvar bóltar í luftini í senn
· Tú hevur ein jaligan hugburð og ert umhugsin
· Tú ert væl skipað/ur og hevur eyga fyri smálutum
· Tú ert tænastusinnað/ur og heldur avtalur og tíðarfreistir

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um matgerð, og at tú tekur lut í fyrireikingunum av ymsu virksemunum í húsinum.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til køksleiðara, Sveinur Fuglø, á telefon +298 276599. Tú ert vælkomin at senda tína umsókn til sveinur@hotelforoyar.fo, um hetta starvið ljóðar sum nakað fyri teg.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN