Bílegg

Høvuðskokkur til veitslu- og fundarvirksemi

Hevur tú áhuga fyri matgerð? Og hevur tú hug at gerast ein partur av roynda toyminum á Hotel Føroyum?

Vit leita eftir einum høvuðskokki til veitslu- og fundarvirksemi á Hotel Føroyum. 

Sum høvuðskokkur fevna arbeiðsuppgávurnar um at:

Hava ábyrgd fyri innkeypi
∙ Skipa vaktarskema
 Gera mat til veitslu- og fundarvirksemi
∙ Halda góðskuna á einum høgum støði
 Samanseta matskráir
 Halda køkin reinan og ruddiligan
 At virka fyri einum arbeiðsumhvørvi, har vit arbeiða í toymum

Vit vænta, at:

 Tú ert álítandi, ábyrgdarfull/ur og arbeiðssom/ur
 Tær dámar væl at hava nógvar bóltar í luftini í senn
 Tú hevur ein jaligan hugburð og ert umhugsin
 Tú ert væl skipað/ur og hevur eyga fyri smálutum
 Tú ert tænastusinnað/ur og heldur avtalur og tíðarfreistir

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um matgerð, og at tú tekur lut í fyrireikingunum av ymsu virksemunum í húsinum.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til køksleiðara, Sveinur Fuglø, á telefon +298 217508. Tú ert vælkomin at senda tína umsókn til sveinur@hotelforoyar.fo, um hetta starvið ljóðar sum nakað fyri teg.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN