Kundi tú hugsað tær at arbeitt á einum 4* hotelli við besta útsýninum í Tórshavn? Og vilt tú gerast ein partur av ágrýtna køkstoyminum á Hotel Føroyum?

Vit leita eftir einum kokki at arbeiða fulla tíð og køkshjálp at arbeiða skiftandi vaktir.

Arbeiðsuppgávur:

  • At gera mat til gestir á hotellinum
  • At taka lut í at menna matskráir  
  • At halda køkin reinan og ruddiligan

Vit vænta, at:

  • Tú ert tænastusinnað/ur
  • Tú ert væl skipað/ur
  • Tú heldur avtalur og tíðarfreistir
  • Tú hevur ein góðan arbeiðshugburð

Send tína umsókn til sveinur@hotelforoyar.fo, um hetta ljóðar sum nakað fyri teg.