Hevur tú kokkaútbúgving? Kundi tú hugsað tær at arbeitt á einum 4* hotelli við besta útsýninum í Tórshavn? Og vilt tú gerast ein partur av roynda toyminum á Hotel Føroyum?

So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Arbeiðsuppgávur:

  • At gera mat til ymiskt virksemi
  • At halda køkin reinan og ruddiligan
  • At virka fyri einum arbeiðsumhvørvi, har vit arbeiða í toymum

Vit vænta, at:

  • tú ert álítandi, ábyrgdarfull/ur og arbeiðssom/samur
  • tú hevur ein jaligan hugburð, ert strukturerað/ur og umhugsin
  • tú ert væl skipað/ur og hevur eyga fyri smá­lutum
  • tú ert tænastusinnað/ur, tekur ábyrgd og heldur avtalur og tíðarfreistir

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og arbeiðsuppgávurnar fevna í høvðusheitum um matgerð og at tú tekur lut í planlegging til ymsu virksemini í húsinum.

Send tína umsókn til aleth@hotelforoyar.fo, um hetta starvið ljóðar sum nakað fyri teg.