Húsavørður til Hotel Føroyar
Hotel Føroyar leitar eftir einum húsavørði at arbeiða fulla tíð. Hotel Føroyar er ein stórur bygningur við 200 kømrum, 9 fundarhølum, stórari veitsluhøll, matstovu, køki, vm. Starvsøkið sum húsavørður er sera fjølbroytt og fevnir m.a. um arbeiði við vvs, el, timbri, o.ø.
Arbeiðsuppgávur:
∙ At røkja sjálvan bygningin og økið rundanum
∙ At víðlíkahalda maskinur og innbúgv
∙ Optimering av orkunýstlu
∙ At arbeiða við burðardyggum loysnum
... Umframt aðrar uppgávur sum hoyra starvinum til.
Tú kemur at arbeiða í einum toymi við trimum royndum starvsfeløgum. Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja á telefon 287523 ella senda ein teldupost til leivur@hotelforoyar.fo
Umsóknir kunnu sendast til eydna@gistogvist.fo
Umsóknarfreistin er 1. desember 2023.