fbpx

30. apríl – 2. mai verður kveikjandi jogavikuskifti, har spildurnýggja jogahølið á Hotel Føroyum verður tikið í nýtslu fyri fyrstu ferð.

Jogaundirvísari hetta vikuskiftið verður Heibrith Jakobsen.

Skrá:

Fríggjadag 30/4
Kl. 14.00: Tit kekka inn
Kl. 15.00: Vælkomin – brellbitar & ein svalandi drykkur
Kl. 17.00 – 18.30: Joga
Kl. 19.00: Nátturði í matstovuni

Leygardag 1/5
Kl. 07.00 – 08.30: Morgunjoga
Kl. 08.30 – 10.00: Morgunmatur í matstovuni
Restina av fyrrapartinum og seinnapartin hava tit fyri tykkum sjálvi
Kl. 17.00 – 18.30: Joga
Kl. 19.00: Nátturði í matstovuni
Kl. 20.30: Felags kvøldargongutúrur eftir Rossagøtuni

Sunnudag 2/5 
Kl. 07.00 – 08.30: Morgunjoga
Kl. 08.30 – 10.30: Morgunmatur í matstovuni
11.00: Tit kekka út

Kostnaður:

Tvey fólk í dupultkamari: úr 3.995,-

Eitt fólk í einkultkamari: úr 2.695,-

Jogatímar, gisting umframt allar máltíðir uttan miðmáli 1/5 eru íroknaðar prísinum.

Soleiðis bíleggja tit:

– Trýst á knøttin niðanfyri
– Vel, hvussu nógv fólk tú vilt bíleggja til og tøppa dagfestingina 30/4 – 2/5 inn
– Vel pakkan, sum eitur ‘Jogavikuskifti’
– Rinda

Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at senda ein teldupost til hf@hotelforoyar.com ella ringja 317500.