Bílegg

Jólaborð á Hotel Føroyum

Komið við til felags jólaborð við mati, undirhaldi og dansi ella haldið veitsluna fyri tykkum sjálvi í egnum hølum

FELAGS JÓLABORÐ 25. NOVEMBUR, 2. DESEMBUR OG 9. DESEMBUR (ÚTSELT 2. DES)

Trý rimmar kvøld við forkunnugum mati, sangi frá Fríða Sigmundssyni, skemti frá 4fýrum og festligum tónleiki frá Jens Marna. 

Elisa Vang er borðstjóri og Pætur á Borg spælir undir til borðhaldið.

Galaksi spæla til dans eftir borðhaldið. 

Jólaborðini byrja kl. 19.00.


Matskrá

Brellbiti: Fyltar keks við soppum, parmesan, rósuberjum og karsi 

Forrættur: Stórar jákupsskeljar, jomfrúhummaraskúm, søteplakips, trøflumajonesa og dild 

Millumrættur: Brusjetta, fois gras, posjerað pera og blommukompott 

Høvuðsrættur: Neytasneið, sellaríkrem, eplatoppar, brokkolini, ertraskot og oksasoðsós við trøflum

Omaná: Sitrónkøka, hindberjalopi, bláberjaísur og hunangskarsi

Drykkjuvørur 
Durasnapsur, vælkomudrykkur, øl, vín, kaffi/te og avec afturvið matinum 

Kostnaður
Felags jólaborð: 1.245 kr fyri hvønn
Felags jólaborð við 5 drykkjuseðlum til barrina: 1.445 kr fyri hvønn

Trýst á knøttin longur niðri fyri at bíleggja pláss til felags jólaborð. 

Gisting
Einkultkamar: 800 kr (morgunmatur er íroknaður)
Dupultkamar: 900 kr (morgunmatur er íroknaður)


Trýst á knøttin longur niðri fyri at bíleggja kamar. 
 

JÓLABORÐ Í EGNUM HØLUM

Ynskja tit at hava jólaborð í egnum hølum? So hava vit góð hølir, ið hóska sera væl til høvið. 

Matskrá

Brellbiti: Fyltar keks við soppum, parmesan, rósuberjum og karsi 

Forrættur: Stórar jákupsskeljar, jomfrúhummaraskúm, søteplakips, trøflumajonesa og dild 

Millumrættur: Brusjetta, fois gras, posjerað pera og blommukompott 

Høvuðsrættur: Moyr neytasneið, sellaríkrem, eplatoppar, brokkolini, ertraskot og oksasoðsós við trøflum

Omaná: Sitrónkøka, hindberjalopi, bláberjaísur og hunangskarsi


Drykkjuvørur til borðhaldið
Durasnapsur, vælkomudrykkur, øl, vín, kaffi/te og avec afturvið matinum.

Kostnaður
Jólaborð í egnum hølum: 995 kr fyri hvønn
Jólaborð í egnum hølum við 5 drykkjuseðlum til barrina: 1.195 kr fyri hvønn
Hølisleiga verður løgd afturat prísinum. 

Send ein teldupost til event@hotelforoyar.fo fyri at bíleggja jólaborð í egnum hølum. Spurningar til jólaborð í egnum hølum kunnu somuleiðis sendast til event@hotelforoyar.fo 

Gisting
Einkultkamar: 800 kr (morgunmatur er íroknaður)
Dupultkamar: 900 kr (morgunmatur er íroknaður)

Bílegg kamar við at trýsta á knøttin niðanfyri.

 

Bílegg felags jólaborð Bílegg kamar

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN
/
DK