Bílegg

Jólaborð í egnum hølum á Hotel Føroyum

Ynskja tit at hava jólaborð í egnum hølum? So hava vit góð hølir, ið hóska sera væl til høvið. Okkara kokkar hava samansett eina leskiliga jólamatskrá við fýra rættum.

MATSKRÁ

Forrættur
Gravaður laksur, jarðkneysamayo og rótfruktakips

Millumrættur
Jákupsskel við ertrasós og frisee salat

Høvuðsrættur
Lambsleggur við eplum, rótarrø
sti og soðsós

Omaná
Madlurís og køka

Drykkjuvørur aftur við matinum
Vín
Kaffi/te
Avec

Prísur fyri jólaborðhald í egnum hølum við armbandi til 5 drykkir: 1.125,- fyri hvønn.
Prísur uttan armband: 925,- fyri hvønn.
Høliskostnaður úr 2.000,-.

Gisting
Kostnaður fyri eitt dupultkamar: úr 900,- íroknað morgunmat.


Ynskja tit at hava jólaborðhald í egnum hølum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á event@hotelforoyar.fo ella á 317500.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN