Jólamatur heim við
Jólaborðini liggja fyri framman, og sjálvandi hava okkara kokkar samansett leskiligar og jólaligar matskráir, sum tit kunnu njóta heima við hús.
Vel ímillum:
Jólasjálvtøkuborð
360,- fyri hvønn
Kaldir rættir: Ræstkjøtasylta við súltaðum røtum, jólasild í dildlaka, eggjasalat, hitaroyktur laksur, lakaðar skeljar við heimarørdari kilimajonesu og breyð og smør afturvið.
Heitir rættir: Lambsbógvur við rótfruktum, jóladunna, heimagjørt reyðkálsalat, súrepla- og sviskukompot, hvít og brún eplir og sós.
Omaná: Pannacotta við jarðberjakompot og snerktum nøtum
_______________________________________
Jóladøgurði (2 ella 3 rættir)
2 rættir: 275,- fyri hvønn
3 rættir: 320,- fyri hvønn
Forrættur: Lakaðar skeljar við heimagjørdari kilimajonesu.
Høvuðsrættur: Jóladunna, heimagjørt reyðkálsalat, súrepla- og sviskukompot, hvít og brún eplir og sós.
Omaná: Pannacotta við jarðberjakompot og snerktum nøtum
_______________________________________
Ræst kjøt & súpan
495,- fyri hvønn
Ræst kjøt, súpan & omaná (pannacotta við jarðberjakompot og snerktum nøtum)
545,- fyri hvønn
_______________________________________
Jóladunna
225,- fyri hvønn
Jóladunna, heimagjørt reyðkálsalat, súrepla- og sviskukompot, hvít og brún eplir og sós.
_______________________________________
Atgongd til dans við Galaksi á Hotel Føroyum 25. nov., 2. des. og 9. des fylgja við í prísinum til allar bíleggingar heim við.
Heimkoyring í Tórshavn: 75,-
Heimkoyring uttan fyri Havnina? Setið tykkum í samband við okkum á event@hotelforoyar.fo ella ring 317500.
Bíleggingartreytir
Bíleggjast skal í minsta lagi til 20 fólk og í seinasta lagi eina viku frammanundan. Bíleggjast kann fríggjadagar og leygardagar millum 11. nov og 16. des. Ynskja tit at bíleggja aðrar dagar í vikuni, so set tykkum í samband við okkum á event@hotelforoyar.fo
Veitingarløta: millum kl.11.00-19.00.