Jólanónte & konsert
Kom við til jólahugna og konsert sunnudagin 15. desembur á Hotel Føroyum.
Sunnudagin 15. desember verður jólahugni á Hotel Føroyum við nónte og yndisligum sangi og tónum frá Edith Dahl Jakobsen, Guðrun Sólju Jacobsen og Janusi Kampmann.
Nónte stavar frá enska heitinum 'Afternoon tea', og til hetta tiltakið borðreiða vit við skons, smáum tertum, smushi, rómabollum og smáum køkum. Afturvið skonkja vit te og kaffi.
Kostnaður fyri hvønn: 295 kr.
Tiltakið byrjar á nóni (kl. 15.00) og endar uml. kl. 16.30.
Bílegg her