Bílegg

Jólanónte & konsert við Fljóljóð

Sunnudagsjólahugni á Hotel Føroyum 11. desembur við nónte og yndisligum sangi frá Fljóðljóð. 

Fljóðljóð er eitt kvinnukór við 18 royndum sangarum. Kórleiðari er Súsanna Joensen, sum dagliga starvast sum tónleikalærari á Føroya Musikkskúla. Kórið syngur ymisk sløg av tónleiki, bæði klassiskt, sálmasang og norðurlendskar kórsatsir, umframt nýggjari lættan tónleik.

Hvat er nónte? Nónte stavar frá enska heitinum ’Afternoon tea’. Tú fært eina skál á høgum stætti við smáum tvíflísum, smáum smyrjibreyðum, skons og smáum køkum. Afturvið skeinkja vit - sjálvsagt - te.

Prísur fyri hvønn: 350,- 

Tiltakið byrjar á nóni (kl. 15.00) og endar umleið kl. 17.00. 

Eru tit fleiri, ið ynskja at sita saman? Vinaliga skrivið hetta í viðmerkingarteigin, tá tit bíleggja. 

 

Bílegg her

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN