Køksleiðari til matstovuna Ruts
Ert tú útlærdur kokkur, og hevur tú hug at gerast køksleiðari á matstovuni Ruts á Hotel Føroyum?
Ruts er grøna matstovan á Hotel Føroyum við útsýni yvir Havnina og Nólsoyarfjørð. Vit borðreiða við trimum samansettum matskráum við grønmetis- og sjógætisrættum.
Sum køksleiðari fevna tínar arbeiðsuppgávur um:
∙ At menna nýggjar rættir
∙ At hava ábyrgdina av, at góðskustøðið er høgt og støðugt
∙ At virka sum ovasta leiðsla í køkinum
∙ At eggja starvsfólkunum at halda eitt høgt góðskustøði
Vit vænta, at tú:
∙ Ert útlærdur kokkur
∙ Ert arbeiðssom/arbeiðssamur
∙ Hevur sterkan sans fyri góðari matgerð
Ljóðar hetta starvið sum nakað fyri teg? So send eina umsókn til sveinur@hotelforoyar.fo