Bílegg

Kokkalærlingar til Ruts á Hotel Føroyum

Kundi tú hugsað tær at komið í læru sum kokkur á Føroya størsta hotelli?

Hevur tú hug at koma í kokkalæru í grønu matstovuni Ruts á Hotel Føroyum?

So kunnu vit bjóða tær eitt spennandi lærupláss, har tú kemur at arbeiða saman við einum dugnaligum og royndum toymi.

Í Ruts leggja vit dent á at bjóða gestum okkara matskráir við grønum valmøguleikum. Tí borðreiða vit við trimum samansettum matskráum; eini vegetarmatskrá, eini matskrá við fiski og skeljadjórum og eini blandaðari matskrá við bæði grønmetis- og sjógætisrættum.

Kemur tú í læru hjá okkum, kunnu vit bjóða tær eitt gott og samansjóðað arbeiðspláss, har hýrurin altíð er góður, hóast vit hava nógv at gera. Vit hava eitt sterkt kokkatoymi, ið vil vera við til, at tú fært eina læruríka lærutíð við góðum karmum fyri menning innan fakið.

Vónandi ljóðar hetta sum ein áhugaverdur møguleiki fyri teg ella onkran tú kennir. Áhugaði kunnu senda umsókn til sveinur@hotelforoyar.fo. Hevur tú spurningar til lærutíðina, ert tú somuleiðis vælkomin at seta teg í samband við Svein á telefon +298 217508.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN