Droymir tú um at starvast sum kokkur?

So er hetta kokkalærlingaplássið kanska nakað fyri teg. Hotel Føroyar leitar eftir kokkalærlingi at byrja skjótast gjørligt.

Á Hotel Føroyum er ymiskt kokkavirksemi – í hotellmatstovuni borðreiða vit við morgunmati, døgurða og nátturða, og so veita vit eisini mat út av húsinum til veitslur og tílíkt.

Í lærutíðini kemur at arbeiða tætt saman við dugnaligu kokkum okkara, sum fara at veita tær góðan stuðul. Lærutíðin er 4 ár, har ein partur ella øll skúlagongdin er í Danmark. Tú fært lærlingaløn í lærutíðini sambært sáttmála.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur áhugað fyri matgerð
  • Klárar at halda tænastuna á einum høgum støði í einum 
    bráðskiftandi umhvørvi
  • Ert ágrýtin, álítandi og hevur góð samstarvsevni

Áhugaði kunnu senda eina umsókn til sveinur@hotelforoyar.fo