Bílegg

Kokkar til morgunmatin

Hevur tú áhuga fyri matgerð? Og hevur tú hug at gerast ein partur av roynda toyminum á Hotel Føroyum?

Vit leita eftir kokkum til morgunmatin á Hotel Føroyum. 

Arbeiðsuppgávurnar fevna um at: 

 Gera mat til morgunmatin
 Halda góðskuna á einum høgum støði
 Halda køkin reinan og ruddiligan

Vit vænta, at:

 Tú ert álítandi, ábyrgdarfull/ur og arbeiðssom/ur
 Tú hevur ein jaligan hugburð og ert umhugsin
 Tú ert tænastusinnað/ur og heldur avtalur og tíðarfreistir

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi. 

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til køksleiðara, Sveinur Fuglø, á telefon +298 217508. Tú ert vælkomin at senda tína umsókn til sveinur@hotelforoyar.fo, um hetta starvið ljóðar sum nakað fyri teg.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN