Hotel Føroyar leitar eftir einum skikkaðum leiðara til nýtt vælveruvirksemið.

Nýggja vælveruøkið bjóðar út vælveruviðgerðir og ítriv av ymsum slag til búgvandi og vitjandi gestir.

Um starvið

Høvuðsuppgávan verður at geva gestum okkara eina framúr góða vælveruuppliving. Harafturat:

  • At skipa arbeiði hjá starvsfólkunum
  • At stýra fíggjarætlanum
  • At hava ein aktivan lut í viðgerðum
  • At virka fyri einum stimbrandi og jaligum arbeiðsumhvørvi

Um teg

Tú ert ikki bangin fyri at taka ábyrgd, og tú ert tænastusinnað/ur um ein háls. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir og/ella útbúgving innan vælveruøkið, men ikki eitt krav.

Harafturat vænta vit, at:

  • Tú ert álítandi
  • Tú megnar at fimla við fleiri bóltum í luftini í senn
  • Tú trívist í einum bráðskiftandi umhvørvi
  • Tú dugir sera væl at handfara ósemjur og trupulleikar
  • Tú tosar og skrivar enskt 
  • Tú ert fleksibul og kann arbeiða í vikuskiftum og um kvøldarnar

Nýggja vælveruøkið letur væntandi upp seinni í ár. Tað er ynskiligt, at komandi leiðarin setur sín egna dám á virksemið og økið.

Áhugaði kunnu senda eina umsókn til stjóran á Hotel Føroyum, Aleth Nielsen: aleth@hotelforoyar.fo. Eru spurningar til starvið, kunnu tit ringja til Aleth á 217500.