Bílegg

Umsóknarfreist: 6. oktober 2024

Marknaðarleiðari til Gist&Vist (barnsburðarfarloyvisstarv)

Spennandi barnsburðarfarloyvisstarv sum marknaðarleiðari hjá Gist&Vist er leyst at søkja.

Ert tú kreativ/ur og nýhugsandi? Og kundi tú hugsað tær at starvast sum marknaðarleiðari í einari spennandi fyritøku við tveimum hotellum og tjúgu matarstøðum við ymiskum konseptum og samleikum? So les víðari. 

Um starvið
Sum marknaðarleiðari hjá Gist&Vist hevur tú ábyrgdina av at marknaðarføra tey 27 ymisku vørumerkini í fyritøkuni. Tú kemur at starvast í fyrisitingini hjá Gist&Vist við skrivstovu á Hotel Føroyum. Í marknaðardeildini sita tú og ein grafiskur sniðgevi. Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við hini fólkini í fyrisitingini umframt leiðararnar á teimum ymisku deildunum hjá Gist&Vist. 

Arbeiðsuppgávur:

  At skriva tekstir til lýsingartilfar
  At fyrireika og greiða úr hondum lýsingarátøk
  At røkja heimasíður
  At røkja sosialar miðlar
  At rættlesa matskráir o.a. á føroyskum og enskum
  Aðrar fyrifallandi uppgávur

Tínir førleikar
Vit leita eftir einum fólki, sum hevur viðkomandi útbúgving innan fyri marknaðarføring ella samskifti og/ella hevur royndir frá líknandi starvi. Harafturat vænta vit, at:

  Tú ert strukturerað/ur
  Tú ert stinn/ur í føroyskum og enskum
  Tú dugir væl at skriva fangandi tekstir
  Tú hevur arbeitt við Meta Business Suite 
  Tú hevur royndir við at røkja heimasíður

Starvsbyrjan er 2. desember 2024 til uml. 1. desember 2025. 

Umsóknarfreistin er 6. oktober 2025.
 
Umsóknir kunnu sendast til johannes@hotelforoyar.com.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN
/
DK