Book

Matstovuleiðari til matstovuna Ruts

Ert tú tænastusinnað/ur, og vilt tú vera við til, at gestir okkara fáa eina so góða uppliving sum til ber?

Hotel Føroyar leitar eftir einum fyrikomandi matstovuleiðara til grønu matstovuna Ruts. Sum matstovuleiðari hevur tú dagligu ábyrgdina á gólvinum. Harumframt inniheldur starvið fyrisitingarligar uppgávur so sum at skipa vaktarskema og innkeyp.

Vit vænta, at tú

· Ert ábyrgdarfull/ur og hevur góðar leiðslueginleikar
· Ert arbeiðssom/arbeiðssamur og dámar at hava úr at gera
· Ert hjálpsom/hjálpsamur, og at tú kanst arbeiða tvørtur um yrkisøkir
· Hevur royndir við innkeypi og í at skipa vaktarskema
· Hevur royndin við veitslu- og borðhaldi

Vit kunnu bjóða

· Eitt framúr gott starv við góðum møguleikum fyri menning innan yrkisøki
· Eitt tætt samstarv millum aðrar ábyrgdarhavarar á hotellinum
· Løn sambært royndir og førleikar

Ljóðar hetta starvið sum nakað fyri teg, so ert tú vælkomin at senda eina umsókn til gudrid@hotelforoyar.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN