Bílegg

Morgunfúsir tænarar til Hotel Føroyar

Dámar tær væl at byrja dagin tíðliga? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Hotel Føroyar leitar eftir tænarum til morgunmatin. Vit leita eftir einum tænara, sum kann arbeiða 30 tímar um vikuna og einum, sum kann arbeiða vikuskiftisvaktir.

Arbeiðsuppgávur:

∙ at passa morgunmatarsjálvtøkuborð
∙ at tæna morgunmatargestum og rudda í matstovuni

Vit vænta, at tú:

∙ hevur góð samskiftisevni
∙ ert tænastusinnað/ur

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? So send eina umsókn til oluva@hotelforoyar.fo

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN