fbpx

Ert tú okkara nýggi morgunmatarkokkur?

So kunnu vit bjóða tær eitt spennandi starv við góðum starvsfelagum, har góðhýri altíð er í hásæti, hóast vit hava nógv at gera! 

Umstøðurnar geva tær góðar møguleikar at menna tínir førleikar innan matgerð. 

Tínar arbeiðsuppgávur sum morgunmatarkokkur fevna um:

  • At hava ábyrgd av køkinum, tá morgunmatur er
  • At taka ábyrgd av at rigga morgunmatin til til dagin eftir

Vit vænta, at tú:

  • Ert dugnalig/ur og ágrýtin
  • Hevur ans fyri góðari matgerð og reinføri

Starvið er eitt parttíðarstarv á í minsta lagi 25 tímar um vikuna. Løn sambært førleika. Umsóknarfreistin er 18. apríl. Umsóknir kunnu sendast til moritz@hotelforoyar.fo.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú somu leiðis vælkomin at seta teg í samband við F&B-leiðara okkara moritz@hotelforoyar.fo.