Book

Móttøkufólk søkist

Kundi tú hugsað tær at roynt teg sum móttøkufólk á størsta hotellinum í Føroyum?

Hotel Føroyar leitar eftir tænastusinnaðum og fyrikomandi móttøkufólki at byrja skjótast gjørligt; bæði fulla tíð, niðursetta tíð og fulla tíð sum summaravloysari.

Ætlar tú at lesa tænastubúskap eftir summarifrítíðina? So er hetta starvið júst nakað fyri teg.

Sum móttøkufólk fevna tínar uppgávur um

  • Fyrisitingarligar uppgávur í samband við móttøkuarbeiði
  • At inn- og útskriva gestir
  • At hjálpa og vegleiða okkara gestum við teirra fyrispurningum
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði

Fakligir førleikar

  • Tú tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt - onnur mál afturat eru ein fyrimunur
  • Tú hevur góðar telduførleikar

Vit vænta, at tú

  • Hevur áhuga fyri ferðavinnu og hevur kunnleika um lokal viðurskifti
  • Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Megnar at halda tíðarfreistir í einum bráskiftandi umhvørvi
  • Hevur ein jaligan hugburð og ert ágrýtin
  • Kanst arbeiða morgun- og kvøldvaktir og annað hvørt vikuskifti

Vit bjóða tær góða upplæring, dugnaligar starvsfelagar og eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, har eingin dagur er eins.

Umsóknir og spurningar til starvið kunnu sendast til aleth@hotelforoyar.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN