Móttøkulærlingur til Hotel Føroyar
Ert tú okkara nýggi móttøkulærlingur?
Hotel Føroyar leitar eftir einum tænastusinnaðum og fyrikomandi móttøkulærlingi at byrja skjótast gjørligt.
Sum móttøkulærlingur fevna uppgávurnar um
- Fyrisitingarligar uppgávur í samband við móttøkuarbeiði
- At inn- og útskriva gestir
- At hjálpa og vegleiða okkara gestum við teirra fyrispurningum
- Ymiskt fyrifallandi arbeiði
Fakligir førleikar
- Tú tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt - onnur mál afturat eru ein fyrimunur
- Tú hevur góðar telduførleikar
Vit vænta, at tú
- Hevur áhuga fyri ferðavinnu og hevur kunnleika um lokal viðurskifti
- Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
- Megnar at halda tíðarfreistir í einum bráskiftandi umhvørvi
- Hevur ein jaligan hugburð og ert ágrýtin
Lærutíð
Vit bjóða tær góða upplæring í lærutíðini umframt dugnaligar starvsfelagar.
Umsóknir og spurningar til lærutíðina kunnu sendast til aleth@hotelforoyar.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.