Kundi tú hugsað tær at roynt teg sum móttøkufólk á størsta hotellinum í Føroyum? So er at lesa víðari.  


Uppgávur:

  • Fyrisitingarligar uppgávur í samband við móttøkuarbeiði
  • At inn- og útskriva gestir
  • Hjálpa og vegleiða okkara gestum við teirra fyrispurningum
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði

Fakligir førleikar:

  • Tú tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt – onnur mál afturat eru ein fyrimunur
  • Tú hevur góðar telduførleikar

Vit vænta, at tú:

  • Hevur áhuga fyri ferðavinnu og hevur kunnleika um lokal viðurskifti
  • Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Megnar at halda tíðarfreistir í einum bráðskiftandi umhvørvi
  • Hevur ein jaligan hugburð, ert smílandi og ágrýtin
  • Kanst arbeiða fulla tíð

Vit bjóða tær góða upplæring, dugnaligar starvsfelagar og eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, har eingin dagur er eins.  

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, so send eina umsókn til moritz@hotelforoyar.fo