Kundi tú hugsað tær at komið í læru í móttøkuni á Hotel Føroyum? So er at lesa víðari. 

Uppgávur:

  • Fyrisitingarligar uppgávur í samband við móttøkuarbeiði
  • At inn- og útskriva gestir 
  • Hjálpa og vegleiða okkara gestum við teirra fyrispurningum
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði

Fakligir førleikar:

  • Tú tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt – onnur mál afturat eru ein fyrimunur
  • Tú hevur góðar telduførleikar

Vit vænta, at tú:

  • Hevur áhuga fyri ferðavinnu og hevur kunnleika um lokal viðurskifti
  • Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Megnar at halda tíðarfreistir í einum bráðskiftandi umhvørvi
  • Hevur ein jaligan hugburð og ert ágrýtin 
  • Ert strukturerað/ur og umhugsin

Vit bjóða tær góða upplæring og góðan stuðul í lærutíðini umframt góðar og dugnaligar starvsfelagar.
Umsóknarfreistin er 21. oktober 2019. 

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin til at ringja til móttøkuleiðara Vanju Carlsen á 217596.

Send tína umsókn til vanja@hotelforoyar.fo