Móttøkuleiðari til Hotel Føroyar

Hotel Føroyar leitar eftir móttøkuleiðara at byrja skjótast gjørligt.

Um starvið

Tín høvuðsuppgáva verður at geva gestum okkara eina framúr góða gistingaruppliving. Aðrar arbeiðsuppgávur fevna um:

 

  • At stuðla og læra starvsfólk í móttøkuni upp
  • At gera arbeiðsskemu
  • Røkja móttøkuhandil
  • Stýra fíggjarætlanunum
  • Debitorstýring
  • At syrgja fyri, at tað er greitt samskifti millum starvsfólk í móttøkuni og starvsfólk á øðrum deildum
  • Hjálpa til við bíleggingum
  • Umsita okkara gávukortsskipan
  • Aðrar fyrisitingarligar uppgávur


Um teg

Tú hevur royndir í vinnuni og ert tænastusinnað/ur um ein háls. Tú ert ikki bangin fyri at taka ábyrgd, og vit vænta, at tú fert til verka við einum jaligum hugburði.

Harafturat vænta vit, at:

  • Tú ert álítandi
  • Tú megnar at fimla við fleiri bóltum í luftini í senn
  • Tú trívist í einum bráðskiftandi umhvørvi
  • Tú dugir sera væl at handfara ósemjur og trupulleikar
  • Tú tosar og skrivar enskt raðið
  • Tú hevur royndir við bíleggingarskipanum (vit arbeiða við Spectra Systems)

 

Áhugaði eru vælkomin at senda eina umsókn til aleth@hotelforoyar.fo í seinasta lagi 1. apríl 2019.