Hotel Føroyar leitar eftir náttarvørðum at arbeiða hálva tíð. Sum náttarvørður hevur tú í høvuðsheitum ábyrgd av, at virksemið á hotellinum um náttina gongur hóvliga fyri seg. 

Arbeiðsuppgávur:

  • At avgreiða gestir í móttøkuni
  • At ganga rundtúrar á hotellinum
  • Náttarkoyring
  • Fyrifallandi arbeiði, so sum at rudda, bera skrell út o.l.

Vit vænta, at tú ert ábyrgdarfull/ur, álítandi, fyrikomandi og at tú hevur góð samstarvsevni.

Ljóðar hetta sum rætta starvið fyri teg? So send eina umsókn til thora@hotelforoyar.com