fbpx

Sunnudagin 14. mars fara vit at endurtaka væleydnaða tiltakið við nónte og yndissligum sangi frá Sway.

Hvat er nónte? Nónte stavar frá enska heitinum ’Afternoon tea’ – ein skál á høgum stætti við smáum tvíflísum, skons, køkum og smáum søtum. Afturvið skeinkja vit brúsandi vín og – sjálvsagt – te.

Tiltakið byrjar á nóni (kl. 15.00).

Prísur fyri hvønn: 295,-

Sway er mannað av teimum trimum Marionnu Winther Nagata, Katrinu Olsen og Daniu O. Tausen, og syngja tær livandi og undirhaldandi løg a capella. Føroyski tríbólkurin hevur serligan íblástur frá amerikanska jazzbólkinum The Andrews Sisters frá 1930’unum.

Soleiðis bíleggur tú pláss til Nónte & Sway:

– Trýst á knøttin niðanfyri
– Vel tiltakið ‘Nónte & Sway’
– Bílegg og rinda

Eru tit fleiri, ið ynskja at sita saman? Vinaliga skrivið hetta í viðmerkingarteigin.