Nýggjárskonsert v/ gisting og mati
Gisting, matskrá við 3 rættum og atgongumerki til nýggjárskonsertina í Norðurlandahúsinum 5. ella 6. januar
Aftur í ár hava vit sett saman ein pakka við gisting og mati umframt atgongumerkjum til nýggjárskonsertina 2024. Byrja dagin 5. ella 6. januar við at kekka inn á Hotel Føroyar. Áðrenn leiðin gongur oman í Norðurlandahúsið til eitt brak av eini nýggjárskonsert, fáa tit okkurt gott at eta í matstovuni Ruts.
Stórt kór og solistarnir Ivan Magrí (ITA) og Andrias Blaasvær (FO) mynda nýggjárskonsertina 2024.
Við í hesum pakkanum er:
- Gisting eina nátt við morgunmati
- Sjampanja & brellbitar í Ruts kl. 17.00
- Matskrá við trimum rættum í Ruts (drykkjuvørur ikki íroknaðar)
- Atgongumerkir til Nýggjárskonsertina 2024 í Norðurlandahúsinum 5. ella 6. januar kl. 19.00 (útselt 6. januar)
Flutningur oman í Norðurlandahúsið er ikki íroknað pakkanum.
Kostnaður: úr 3.200 kr. fyri tvey fólk
Soleiðis bíleggur tú:
- Trýst á knøttin niðanfyri
- Vel dato 5. ella 6. januar (6. januar er útselt)
- Vel pakkan 'Nýggjárskonsert v/ gisting'
- Vel kamar
- Far víðari og rinda
Hevur tú spurningar til pakkan, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost á hf@hotelforoyar.fo ella ringja 317500.
Treytir:
• Avroknað verður við bílegging.
• Um bíleggingin verður avlýst í seinasta lagi 14 dagar áðrenn komudagin, verður full upphædd afturgoldin.
• Eftir hetta er bíleggingin bindandi, tó kann navnabroyting gerast uttan kostnað.
• Avlýsing / broyting skal sendast skrivliga til hf@hotelforoyar.fo
Bílegg her