Reingerðarfólk søkist
Hotel Føroyar leitar eftir fólki til reingerðartoymið at byrja skjótast gjørligt.
Hotel Føroyar er størsta hotellið í Føroyum við 200 kømrum, 6 fundarhølum, stórum veitsluhøli, barr, matstovu og vælveruøki.
Vit leita eftir fólki, sum kunnu arbeiða:
∙ Annaðhvørt vikuskifti og/ella kvøld mitt í viku
∙ Sum avloysarar í summarfrítíðini
Vit vænta, at tú ert røkin, arbeiðssom/arbeiðssamur, og at tú ikki ert bangin fyri at taka ábyrgd.
Ljóðar okkurt av størvunum sum nakað fyri teg? So send eina umsókn til jonfrid@hotelforoyar.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.